Fyribils siglir Teistin ikki kvøldtúrin

Teistin fer kortini ikki at sigla ætlaða kvøldtúrin

tíðindaskriv
???????????

Strandferðslan og Skipaeftirlitið hava avrátt, at Teistin ikki skal sigla kvøldtúrin fyribils ? meðan arbeitt verður við at endurskoða vaktarætlanina fyri Teistan
Tann 11. august kom í gildi nýggja vaktarætlan umborð á Teistanum ? hetta var, tá farið varð at sigla kvøldtúrin.
Av tí at umstøður ikki eru at hvíla umborð hjá manningini meðan skipið er í sigling, hevur spurningur regluliga verið frammi, um nú vaktarætlanin er í tráð við tær formligu ásetingarnar um hvíld.
? Strandferðslan og Skipaeftirlitið hava í seinastuni arbeitt við málinum, og á fundi í dag eru partarnir samdir um at endur-skoða vaktarætlanina við atliti til at fáa eina aðra vaktarætlan, har ikki er neyðugt hjá manningina at hvíla umborð, meðan skip-ið er í sigling, og í tí tí sambandi verður kvøldtúrurin ikki sigldir fyribils, sigur Regin Vágadal, rakst-rarleiðari á Strand-fara-skipum Landsins.
Sagt verður, at Strandferðslan arbeiðir við einar nýggjari vaktarætlan, og eftir ætlan verður hon send út til hoyringar í vikuni, og sigur Strandferðslan seg arbeiða fyri, at túrurin verður uppafturtikin skjótast til ber.