Tað er gott lag í TB ferðalagnum, sum nú er á veg úr Klaksvík. TB vann 3-1 á teimum næstbestu hjá KÍ, og hetta er fyrstu ferð í ár, at TB hevur vunnið fulla úrtøku á útivølli. Hetta er eisini fyrsta ferðin í fýra teimum seinastu umførunum, at TB hevur vunnið trý stig.
KÍ legði seg skjótt framum 1-0. Málskjútti var unglingaspælarin Eli Simonsen, sum átti síðsta fótin á eftir snarálop.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki javnaði TB. Óli Johannesen skoraði við høvdinum, eftir at horna var komið innfyri úr vinstru.
Tá ið ein tími var farin, legði Petur Holm TB á odda. Tað var eisini eftir horna úr vinstru, og tað var eisini eftir at Óli Johannesen hevði roynt við høvdinum ímóti málinum.
Tá ið tað restaðu fimm minuttir staðfesti Johan Eyvind R. Mouritsen TB sigurin. Tað gjørdi hann við at umseta brotsspark til mál. Dómarin peikaði á ellivu metra blettin, eftir at Olivur Abrahamsen varð feldur í brotsteiginum.