Í uppskotinum til fíggjarløgtingslóg fyri 2000 varð upplýst av landsstýrismanninum, at forkanningar vóru gjørdar, og at ætlanin nú var at halda fram við kanningum og møguliga at fara undir at projektera.
Í uppskotinum til fíggjarløgtingslóg fyri 2001 varð upplýst av landsstýrismanninum, at seismiskar kanningar vóru gjørdar á fyribils valdu linjuni, og at ætlanin nú var at gera fyrireikingar til sjálvt tunnilsarbeiðið, herundir vegir, innsløg og arbeiðsøki.
4 mió. kr. skuldu nýtast til hetta arbeiði í 2001 upplýsti landsstýrismaðurin, og løgtingið játtaði peningin.
Eingin vegur, einki innslag og einki arbeiðsøkið varð kortini gjørt. 1,5 mió. kr. av heimildini til tunnilsarbeiði var ístaðin nýtt til at gera nøkur møtipláss á leiðini, meðan restupphæddin fór aftur i ommu sína.
Í uppskotinum til fíggj-arløgtingslóg fyri 2002 hevði landsstýrismaðurin ongar viðmerkingar um Øravíkar Hov leiðina og skeyt upp at brúka 0 mió. kr.
Løgtingið samtykti kortini at játta 1 mió. kr. til at byrja vegagerðina til bergholið, meðan landsstýrismaðurin afturímóti syrgdi fyri, at eingin vegagerð byrjaði kortini.
Í uppskotinum til fíggjarløgtingslóg fyri 2003 hevði landsstýrismaðurin heldur ongar viðmerkingar um Øravíkar Hov leiðina og skeyt enn eina ferð upp ikki at brúka meiri enn 0 mió. kr. til endamálið.
Løgtingið samtykti kortini at játta 7 mió. kr. til endamálið.
Yvir eitt longri áramál hava vit soleiðis játtað og fregnast eftir kanningum og loysnum á Øravíkar Hov bergholinum uttan at nakað veruligt er komið burturúr.
Um ársskiftið visti landsstýrismaðurin so at siga okkum, at Øravíkar Hov bergholið fekst fyri 130 mió.kr., og løgtingið játtaði 7 mió. kr. til ætlanina í hesum árinum.
Vit vóru fleiri, ið hildu, at hetta mál ikki hevði verið í nóg góðum hondum, og var tí ein fundur tikin við annan sakkunnleika, NCC, um hetta mál á kyndilsmessu í ár.
Har fingu vit beinanvegin eina skrivliga kostnaðarmeting av eini nýggjari dagførdari tunnilsføring.
Hesin tunnil var dagførdur, hvat samferðslu viðvíkti, og kostaði ein triðing minni enn tann fjallasmogan, sum landsstýrismaðurin var komin fram til eftir áralongu rannsóknir sínar.
Harafturat skuldi ikki ein króna brúkast til fjallavegin, sum landsstýrismaðurin ætlaði at brúka 42 mió. kr. til.
Munurin á uppskotinum frá NCC og tí frá landsstýrismanninum var sum nátt og dagur.
Ovurstórur í krónum og oyrum og uppaftur størri í reinum nyttuvirkningi.
Hóast 7 mio.kr. vóru játtaðar um ársskiftið til at rigga arbeiðsplássið til og at byrja arbeiðið at gera tunnilin, so hevur landsstýrismaðurin ikki nortið hetta Columbuseggið, sum varð vorpið á kyndilsmessu.
NCC sigur, at ikki er neyðugt við fleiri kanningum, um teir skuldu gjørt arbeiðið, meðan landsstýrismaðurin, sum hevur kannað málið í 4 ár heldur, at fleiri kanningar eru neyðugar.
Hóast bæði játtan og útgerð til neyvari kanningar av hesi farleið hevur staðið tøk í Suðuroy, so er púrt einki gjørt við málið, nú vit hava lagt 3 mánaðar aftur um okkum.
NCC hevur tíverri verið órógvað av óhepnum tíðindaflutningi, og hevur í einum tíðindaskrivi sagt, at talan var ikki um eina byggi- ella verkætlan, sum er kannað út í æsir, men um eina kostnaðarmeting, og at tíðindi hesum viðvíkjandi sostatt vóru fyri egna rokning.
Í tilmæli mínum á kyndilsmessu til landsstýrismannin og til vinnunevndina varð skrivið frá NCC hjálagt, so har var einki at fara skeivur av. Talan var púra greitt um eina kostnaðarmeting.
Upplýst er eisini, at NCC eisini hevur tosað um eina kostnaðarmeting á einum seinni fundi við vinnunevndina.
Míni tíðindi eru sostatt fyri egnu rokning mína og reiðiliga tað, meðan eg sjálvandi ikki fái heft fyri onnur avlagaði tíðindi, sum frammi hava verið.
Sjálvandi er munur á einari byggi- ella verkætlan og einari kostnaðarmeting. Tað hava vit so mong dømi um frá landsverkfrøðinginum millum ár og dag.
NCC stendur harafturat fast við, at kostnaðarmetingin var gjørd við føstum kostnaði, og sostatt ikki við einari fjaldari dagsskrá um, at byggiharrin skuldi heftað fyri møuligu vansum inni í fjallinum.
Treytir av hesum slag verða sjálvandi bygdar inn í ein sátmála, uttan mun til, hvør ið fær arbeiðið annars.
Samfelagsbúskaparliga hanga ætlanirnar væl saman, um vit fáa undirtøku fyri at sleppa ætlanini hjá landsstýrismanninum. Tá spara vit heilar 43 mió. kr. í fyrsta umfari, og vit nærkast greiðum reglum fyri, at tílík stór arbeiði gerast meira nøktandi fyri skattgjaldaran, tá tey verða boðin út.
Ætlanin var at játta 65 mió. kr. til samferðsluhavnina yvir 2 ár, og 35 mió. kr. til tunnilin yvir 2 ár, ella tilsamans 100 mió. kr.
Samferðsluhavnin kostar 50 mió. kr. við tunnilsgróti, og gjøgnumboring av tunlinum kostar eisini 50 mió. kr., ella 100 mió. kr. tilsamans.
Liðugtgerð av tunnli kunnu vit so taka í øðrum umfari.
Umráðandi er tí at tengja hesar ætlanir saman, og ábyrgdarleyst er bæði búskaparliga og verkliga ikki at gera tað.
Øravíkar Hov bergholið forðar ikki fyri, at farast kann undir tann partin av samferðsluhavnini, ið hevur mestan skund, so at skipið kann leggja at.
Um løgtingið sigur, at grótið til samferðsluhavnina í mest møguligan mun verður tikið úr Øravíkar Hov bergholinum, forðar einki fyri, at annað tilfar kann takast aðrastaðni.
Gróti hava vit nokk av.










