2. páskadag var nýggi fótbóltsvøllurin í Gundadali tikin í brúk. Í hesum sambandi vórðu tveir dystur millum HB og B36 spældir. Annar var millum tvey oldboyslið og hin millum 1. deildarliðini hjá báðum feløgunum.
Oldboysdysturin endaði við javnleiki 0-0. Á liðinum vóru fleiri av teimum gomlu spælarunum frá 1950?unum, og stundum sýndu teir heilt góðan fótbólt. Onkur áskoðari helt fyri, at tað var sjáldsamt at síggja »idolini« frá 1950?unum framvegis sýna so vakran fótbólt. Dystin millum 1. deildarliðini vann HB við fimm málum móti tveimum. Í hálvleikinum var støðan 1-1.
Grækaris gav bóltin upp
Áðrenn dystirnir byrjaðu spældi Havnar Hornorkestur, meðan liðini runnu inn á vøllin og handaðu umboðsmonnunum fyri býarmyndugleikarnar blómuheilsanir. Røður vórðu hildnar av Peturi Christiansen, býráðsfomanni og Leivi Johannesen, formanni í stadionnevndini, har báðir fegnaðust um nýggja vøllin og takkaðu fyri dygdargott arbeiði. Síðani handaði býráðsformaðurin stadionnevndini vøllin.
Aftan á gav ein av elstu fótbóltsspælarum í Havnini, Grækaris Gregoriussen, bóltin upp, og oldboysdysturin byrjaði.
3 milj. kr
Nýggja stadionøkið kostar 3 milliónir krónur, nú tað er liðugt. Umframt vøllin er bygt áskoðaraskýli til 1.400 áksoðarar og eitt stórt parkeringspláss oman fyri skýlið.
Tað er byggifelagið Phil & Søn, sum hevur staðið fyri arbeiðinum. Tað hevur vart í hálvtannað ár.