Sosialurin skrivaði fyri 10 árum síðani í ólavsøkublaðnu, at fólkini, sum standa fyri ólavsøkukabarettini, ætla sær at arga fólk, sum hava verið frammi seinasta árið, og tey hótta eisini við at skjóta eftir teimum, sum ikki hava gjørt so nógv um seg hesa tíðina
Blaðið skrivaði soleiðis:
»Ólavsøkukabarettin er fastur táttur av ólavsøkuni, og har verður ikki spart upp á krútið.
Fólk, sum hava gjørt vart við seg í árinum sum fór, skulu ikki kenna seg trygg, tá ið tað ræður um Ólavsøkukabarettina. Í ár hótta fólkini, sum gera kabarettina við, at tey eisini fara at skjóta eftir fólki, sum hava gjørt ov lítið til nyttu farna árið.
– Vit byrjaðu upp á fyrireikingarnar í november mánaði, men tað er serliga tær seinastu vikurnar áðrenn ólavsøku, at vit stríðast við at fáa alt upp á pláss, sigur Gutti Winther, sum er ein av teimum seks leikarunum, sum eru við í ár.
Leikarar hava allir royndir frá sjónleiki, og summir teirra hava gingið á skúla uttanlands. Harafturat fáa tey eisini hjálp frá øðrum persónum, sum hava innlit í sjónleik.
Fyrsta sýningin av ólavsøkukabarettini verður leygarkvøldið 26. juli, og síðani verður spælt alla ólavsøkuna.
Í ár verður skotið eftir bæði fólkum og hugtøkum. Onkur gina verður helst við í kabarettini, Burger King stendur eisini á matarlepanum, og hvør veit, um ikki Jenis og Pipar & Salt ikki eisini sleppa við.
Seinastu vikurnar hava fólkini arbeitt dúgliga við at fáa alt upp á pláss til frumsýningina.
– Hendan tíðin er nógv strævnari, enn tá ið vit spæla á sjálvari ólavsøkuni. Hesa tíðina eru tað langir dagar í Sjónleikarhúsinum, og sjálvandi ert tú framvegis góður við mammu tína, men tú hevur ikki stundir at vísa tað, sigur Gutti.
Hann hevur áður roynt at spælt í Ólavsøkukabarettini, og hóast hon fer við nógvari tíð á ólavsøku, so er tað ikki ein súrur maður, sum aftur í ár fer í holt við sjónleikin.
– Tað er fantastiskt at spæla við í Ólavsøkukabarettini. Tíðin áðrenn er sera strævin, men tá ið vit fara at spæla, so er tað sera stuttligt. Vit eru mitt í býnum, so vit sleppa eisini út til nógv av tiltøkunum, sigur Gutti Winther.
Ólavsøkukabarettin varðar slakan hálvanannan tíma, og leikararnir lova, at tað verður ferð á alla tíðina.
Tónleikur spælir ein týðandi leiklut í kabarettini, og í ár hava tey savna eitt sterkt lið av tónleikarum at spæla undir. Teir, sum fara at spæla, eru Tróndur Bogason, Mikael Blak, Heðin Ziska Davidsen og Høgni Lisberg.