Fýra veddingarfyritøkur hava Sissal sum greiðan favoritt

Her eru oddsini upp á teir átta luttakarararnar í donsku Eurovision kappingini

Fýra veddingarfyritøkur hava føroysku Sissal sum greiðan favoritt til at vinna donsku Eurovision kappingina í annaðkvøld.

 

Oddsini upp á sigur til Sissal hjá Betsson, Bet365, Unibet og Danske Spil liggja millum 1,45 og 1,50.

 

Tað merkir um onkur setir 100 krónur á, at Sissal vinnur Eurovision kappingini í annaðkvøld, og hon vinnur, so fær viðkomandi millum 145 og 150 krónur aftur í vinningi.

 

Vinnaramøguleikarnir hjá Sissal í prosentum eru sambært yvirlitinum: 59 prosent. 

 

Her eru oddsini upp á allar átta luttakararnar:

 

##med2##