Fýra útlendingar skulu hjálpa FC Suðuroy

FC Suðuroy fyrireikar seg til eitt kappingarár í bestu deildini

FC Suðuroy flutti í ár upp í bestu deildina, eftir at teir blivu nummar tvey í 1.deild. Saman við TB eru teir nýggir í Effo-deildini til komandi kappingarár. Í FC Suðuroy ásanna tey, at felagið má hava styrk fyri at yvirliva í bestu deildini.

 

- Vit hava gjørt avtalu við tveir útlendingar, sum koma til landið so skjótt øll papírir eru í ordan. Vit arbeiða við at fáa tveir útlendskar spælarar afturat, so vit hava fýra til kappingina í 2015, sigur Jón Pauli Olsen, venjari hjá FC Suðuroy og greiðir víðari frá.

 

- Vit vilja við hesum hækka støði her og nú, men eisini í framtíðini er tað umráðandi, at hækka venjingarstøðið fyri at menna okkara egnu. Hetta gera vit best við at fáa utlendingar sum eru her á staðnum og luttaka í øllum venjingum. Herfrá kunnu okkara ungu spælarar læra og mennast, sigur Jón Pauli Olsen.

 

Hava vant síðani november

 

Tað kann verða ótespiligt at venja eftir kappingarenda, men á Eiðinum í Vági hevur venjing verið á skránni síðani fyrst í november.

 

- Fyrireikingarnar til kappingarárið 2015 ganga væl. Vit hava vant seks ferðir um vikuna síðan 1. november. Fyrsta mánaðin vandu vit bara styrkivenjing og spældu innandura. Í desember hava vit eisini vant úti, tá veðrið hevur verið til tað, greiðir venjarin hjá FC Suðuroy frá.

 

Liðið er ungt og manglar royndir

 

Hópurin hjá FC Suðuroy telur tjúgu spælarar, men av teimum eru bara nakrir fáir, ið hava roynt seg í bestu deildini.

 

- Hópurin er ungur og bert fáir spælarar hava spælt í bestu deildini fyrr. Millum teirra eru Jón Krosslá Poulsen, Palli Augustinussen, John Tordar Poulsen og Heini Bech. Hinvegin eru nógvir ungir góðir spælarar, sum bara mangla royndir, sigur Jón Pauli Olsen.

 

Útlendingar einki garanti fyri yvirliving

 

Hóast FC Suðuroy velur at spenna bogan við fýra útlendskum spælarum, so metir venjarin ikki, at tað er nakað garanti fyri at yvirliva í bestu deildini.

 

- Sjálvt um vit fáa fýra útlendskar spælarar til komandi kappingarár, er hetta einki garanti fyri at vit klára at verða verðandi í bestu deildini, sigur Jón Pauli, men leggur eina við, at teir fara at gera alt teir kunnu fyri at røkka málinum.

 

Jón Pauli Olsen leggur at enda afturat, at hóast uppgávan sær møtumikil út, so eru ungur spælararnir spentir upp á at sleppa at royna seg í bestu deildini. Felagið fær ikki sett navn á útlendsku spælararnar enn.