EB/Streymur og B68 hava spælt teir tríggjar innanhýsis dystirnar í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið.
Dysturin við Margáir endaði við javnleiki, meðan liðini vunnu hvør sín dyst á Svangaskarði.
Sostatt gjørdist úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum fýra stig til EB/Streym, og fýra stig til B68.
Samlaða málúrtøkan í teimum trimum dystunum er 5-4 til EB/Streym.
EB/Streymur-B68 1-1 (0-1) - 17. mars
0-1 Viliam Emil Klein (27.)
1-1 Tóki Johannesen (56.)
B68-EB/Streymur 2-0 (1-0) - 1. juni
1-0 Viliam Emil Klein (38.)
2-0 Viliam Emil Klein (69.)
B68-EB/Streymur 1-4 (1-2) - 20. oktober
0-1 Boubacar Dabo (14.)
0-2 Emil Weihe Joensen (41.)
1-2 Hanus Højgaard (42.)
1-3 Virgar Jónsson (86.)
1-4 Virgar Jónsson (90.+)
Kelda: FaroeSoccer