Har eysturættin roynist trá, hava tey í støðum merkt rættiliga nógvan vind í nátt.
Tey gomlu kundu siga, at tað er tráblásið - ella, at tað er bæði nógvur og javnur vindur.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at tey fingu fýra fráboðanir um smærri vindskaðar í nátt.
- Men, her er talan um smáttarír, legði vaktleiðarin aftrat.
Í Vági er ein úthurðin farin og í Klaksvík ein rútur brotin. Á Argjum er eitt úthang farið, og í Havn er ein byggipallur koppaður.
Løgreglan hevur ikki fingið fleiri fráboðanir um vindskaðar, men tað merkir tó ikki, at onkur fráboðan ikki kann koma seinni.











