Fýra reyð kort í einum dysti millum USA og Meksiko

Hálvfinalan í Nations League millum USA og Meksiko bleiv rættiliga rokmikil

Norður og miðamerikanska fótbóltssamgongan, CONCACAF hevur eisini eina Nations League kapping. 

 

Í hesum døgum møtast fýra tey fremstu liðini, USA, Meksiko, Kanada og Panama til at spæla hálvfinalur, bronsudyst og finalu.

 

Meðan Kanada uttan nakað serligt hóvasták vann 2-0 á Panama í fyrru hálvfinaluni, so var seinna hálvfinalan millum USA og Meksiko rættiliga rokmikil.

 

Heili fýra reyð kort vóru givin, tvey til USA og tvey til Meksiko í hálvfinaluni, ið USA vann 3-0. 

 

Weston McKennie and Sergiño Dest hjá USA vóru vístir av vølli, og tað vóru César Montes and Gerardo Arteaga hjá Meksiko eisini. 

 

Tey fýra reyðu kortini komu innanfyri 17 minuttir í seinnu helvt av seinna hálvleiki. 

 

Christian Pulisic skoraði tvey mál og Ricardo Pepi skoraði eitt mál fyri USA. Meksiko hevði bert eitt skot á amerikanska málið í øllum dystinum.

 

Finalan millum USA og Kanada verður leikt tíðliga mánadagin klokkan hálvgum tvey okkara tíð.