Tað hevur verið greitt í eina tíð, men tó hevur navn ikki verið sett á nýggju menninar hjá FC Suðuroy. FC Suðuroy boðaði tíðliga frá, at liðið ætlaði at styrkja seg við fýra profilum til komandi kappingarár.
Í kvøld er tó greitt, hvørjir teir fýra nýggju leikararnir hjá FC Suðuroy eru.
Ein av monnunum sum longu er avdúkaður er føroyski Høgni Madsen, sum kemur úr danska felagnum Jammerbugt FC.
Hinir eru allir útlendskir leikarar, har tann eini av teimum áður hevur spælt við FC Suðuroy. Leikarin, ið áður hevur spælt við FC Suðuroy er Mamuka Toronjadze, sum er úr Georgia. Afturat sær, hevur hann ein annan mann úr Georgia, sum eitur Valeri Iobashvili. Valeri Iobashvili er miðverjuleikari, meðan Mamuka er framrættaður miðvallari.
Seinasti styrkurin hjá FC Suðuroy er ein afrikanskur verjuleikari, ið eitur Christian Ibeagha. Hann kemur frá Nigeria.
Sostatt hevur FC Suðuroy nú styrkt sær væl um verjupartin og miðvøllin til komandi kappingarár, ið longu fer av bakkastokki um minni enn tvær vikur.