Fýra mans hava latið lív á sjónum hetta seinasta árið

Í morgin minnast vit tey, ið sjólótust, ella lótu lív, í sínum yrki á sjónum vegna sjúku ella vanlukku

Í morgin. 1. novembur, er allahalgannadagur og tað er dagurin har vit minnast tey, ið sjólótust, ella lótu lív, í sínum yrki á sjónum vegna sjúku ella vanlukku. Í hesum sambandi verða minningarhald kring landið, men tað er eisini eitt alment minningarhald, sum verður á Vinnuháskúlanum í Havn, og tað er Sjómansmissiónin, ið skipar fyri.

 

Á tí almenna minningarhaldinum heldur Løgmaður talu og leggur síðan ein krans við minnisvarðan í Viðarlundini í Havn og tað verður eisini gudstænasta í Dómkirkjuni. Fólkakirkjan skrivar, at hetta seinasta árið síðani seinasta allahalgannadag, hevur sjólívið og arbeiðið í sambandi við sjógvin, kravt fýra mannalív.

 

Og teir, sum hava latið lív hetta seinasta ári, eru:

 

– Tann 21. november doyði Jóhan Petur Suni Olsen, 56 ára gamal. Hann var við Hav- Nordlandia, ið lá við bryggju í Miðvági. Hann var búsitandi á Strondum.

 

– Tann 22. februar druknaði Petur Johansen við aliringarnar í Miðvági, 52 ára gamal. Hann búði í Miðvági.

 

– Tann 13. februar doyði pólendingurin, Maciej Krzysztof Broniszewski, umborð á Suðringi undir fiskiskapi undir Føroyum, 48 ára gamal. Hann var búsitandi í Froðba.

 

– Tann 18. juni druknaði Karl Sofus Lamhauge Garðalíð við Vestaru bryggju í Havn, 59 ára gamal. Hann var áveg umborð á Túgvustein, ið lá við bryggju. Hann búði í Vestmanna.