Ársins fyrsti harudagur, sum er 2. november, er nú lagdur afturum, og menn hava verið og skotið. Hvussu dagurin annars hevur vignast, hava vit á in.fo ikki frætt nakað serligt um.
Men, á facebook-síðuni - Haruskjóting í Føroyum - hava nakrir mans lagt út, hvussu dagurin hjá teimum hevur eydnast.
Her er serliga at býta merki í, at fýra mans í dag hava skotið harur í Ytraparti í Skálafjalli, sum teir rópa tað, og teir hava fingið 25 harur.
Vestmenningar hava eisini verið fjølmentir á Fjallinum (ovara parti), sum teir rópa tað. Her vóru 11 mans í dag og fingu 48 harur.
Aðrir, sum hava lagt út á facebook-síðuna - Haruskjóting í Føroyum - hava ikki fingið so nógvar harur, sum hesir áðurnevndu.