Triði dagurin við svimjing hevur í kvøld verið á skránni. Níggju finalur vóru á skránni, og okkara fingu samanlagt fýra heiðursmerki.
Sára Nysted vann okkum enn eitt gull heiðursmerki í 400 metrar frí, meðan Vár Eidesgaard fekk bronsu til 400 metrar frí. Eisini Signhild Joensen vann eitt heiðursmerki. Hon fekk bronsu í 200 metrar rygg hjá kvinnum. Seinasta heiðursmerki kom í 4x100 metrar frí í stafett hjá kvinnum. Tá svumu Vár Eidesgaard, Astrið Foldarskarð, Signhild Joensen og Sára Nysted fyri Føroyar.
Samanborið við dagarnar í gjár og fyrradagin, so var talan ikki um ein líka góðan dag fyri føroysku svimjararnar í dag, men tað var eisini væntandi. Føroyar fer væntandi at vinna fleiri heiðursmerki til svimjingina í morgin, sum samstundis eisini er seinasti dagur hjá svimjingini.










