Føroya Politi hevur í samstarvi við National Enhed for Særlig Kriminalitet (NSK) kannað ein bólk, ið stóð fyri smugling av hassji og amfetamini úr Danmark til Føroyar. Fýra fólk eru í dag dømd í málinum.
Fýra fólk, ið eru millum 32 og 46 ár, fingu fríggjadagin langar fongsulsrevsingar í einum máli um smugling av rúsevnum úr Danmark til Føroyar.
Hetta hendi í Føroya Rætti, sum metti tað vera prógvað, at tey fýra fólkini 29. august 2024 vóru saman um at smugla uml. 22 kg hassji og uml. 3,8 kg amfetamini til Føroyar við einum seglbáti, sum einar tvær vikur frammanundan hevði lagt út á hav úr Horsens.
Ein 43 ára gamal maður úr Horsens var funnin sekur í at flyta rúsevnini við seglbátinum, meðan ein 32 ára gamal føroyingur varð funnin sekur í at taka ímóti ólógligu vørunum í Vágsbotni í Havn, har hann síðan varð tikin av politinum, sum fann rúsevnini í bilinum hjá honum.
Ein 41 ára gamal maður og ein 46 ára gamal maður úr Danmark vórðu dømdir fyri at hava lagt til rættis og skipað fyri rúsevnissmuglingini sum bakmenn. Báðir vóru í januar skuldsettir í málinum undir eini rannsóknar- og handtøkuatsókn, sum NSK gjørdi í samstarvi við fleiri politiøki í Danmark. Skatta- og tollmyndugleikarnir í Føroyum og í Danmark hava eisini stuðlað politinum í kanningararbeiðnum.
NSK stuðlar øllum politiøkjunum í ríkisfelagsskapinum. Hetta málið hevur verið grundfest hjá Føroya Politi. NSK hevur serliga stuðlað við kanningum móti bakmonnunum og við løgfrøðiligum metingum hjá ákæruvaldinum, sum eisini - saman við ákæruvaldinum í Føroyum - hevur møtt í samband við rættarmálið í Føroya Rætti.
Dómarnir fullu soleiðis:
32 ára gamal maður: 6 ára fongsulsrevsing
41 ára gamal maður: 11 ára fongsulsrevsing
43 ára gamal maður: 8 ára fongsulsrevsing
46 ára gamal maður: 7 ára fongsulsrevsing
Tveir persónar, ein 44 ára gamal maður og ein 63 ára gomul kvinna blivu fríkend.