Fýra favorittar á vøllin

Nú farið verður undir fjórða dagin í EM-endaspælinum í hondbólti, eru tað fýra favorittar, sum fara á vøllin í kvøld. Tað metir Eyðun Samuelsen, altjóða hondbóltsdómari og viðmerkjari

Nú farið verður undir fjórða dagin í EM-endaspælinum í hondbólti, eru tað fýra favorittar, sum fara á vøllin í kvøld. Tað metir Eyðun Samuelsen, altjóða hondbóltsdómari og viðmerkjari.


Sambært Eyðuni Samuelsen fer Serbia at basa Russlandi, og Frankaríki vinnur á Pólandi í bólki C. Í bólki D verður tað Kroatia, sum liggur oman á í móti Montenegro, meðan Svøríki er favorittur at vinna á Hvítarusslandi.


Hoyr Eyðun Samuelsen greiða frá dystunum í kvøld, við at trýsta á pílin undir myndini.


Dystirnir í kvøld eru annars hesir:


Russland – Serbia

Póland – Frankaríki

Montenegro – Kroatia

Hvítarussland – Svøríki

 

Fá eitt fullfíggjað yvirlit yvir skránna, støðuna og bólkarnar HER