18 fólk - teirra millum fýra børn - doyðu í ísraelskum loftálopum í Gaza í dag, upplýsa palestinsk embætisfólk sambært Reuters.
Sambært ísraelska herinum framdi hann álop á palestinska økið, eftir at ein einstaklingur skeyt skot móti ísraelskum hermonnum og særdi.
Álopini vóru móti Gaza-býnum og Khan Younis.
Hermaðurin fekk lívshættisligan skaða, skrivar ísraelski herurin (IDF) á X.
- Ein IDF-hermaður fekk álvarsligan skaða, eftir at ein yvirgangsmaður skeyt móti IDF-herdeildum í norðara parti av Gaza undir vanligum virksemi nærhendis Gulu Linjuni, skrivar herurin.
Sokallaða Gula linjan er ein linja, sum ísraelskir hermenn tóku seg aftur til sum liður í vápnahvíldaravtaluni millum Ísrael og hernaðarrørsluna Hamas.
Vápnahvíldaravtalan varð undirskrivað í oktober í fjør eftir tvey ára kríggj í Gaza.
Hóast vápnahvíld hava áhaldandi fráboðanir verið um álop, sum hava rakt bæði palestinar og ísraelskar hermenn í Gaza.
Ein kelda frá heilsuverkinum í Gaza sigur við Reuters, at Ísrael eisini hevur forðað sjúklingum í at ferðast úr Gaza til Egyptalands umvegis Rafah-markið í dag.
Samstundis sigur ein talsmaður fyri hjálparfelagsskapin Reyði Hálvmáni, at fleiri sjúklingar eru komnir á eitt sjúkrahús í Khan Younis, haðani teir eftir ætlan skuldu halda fram til viðgerð í Egyptalandi.
Men eftir at teir eru komnir á sjúkrahúsið í Khan Younis, hava sjúklingarnir fingið at vita, at ísraelsku myndugleikarnir hava útsett tað, sum talsmaðurin lýsir sum eina evakuering av sjúklingunum.
Rafah-markið læt upp aftur mánadagin og er stýrt frá Gaza-síðuni av Ísrael.
Burtursæð frá stuttari og avmarkaðari upplating tíðliga í 2025, hevði marknaliðið áður verið stongt, síðani ísraelskar herdeildir tóku ræðið á tí í mai 2024.
/Ritzau/











