Kommunumál
Fuglafirði:
Í Fuglafirði er vøkstur og tilflyting. So stórur er áhugin fyri grundstykkjum, at nú er fult, og neyðugt verður at vísa fólki út á Kambsdal.
Ein útstykking er í gongd norðuri í Stovugerðinum, sigur Sigurd Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði. Har verða eini 15 grundstykki at fáa.
Umframt eru fimm grundstykki tók uppi á Sevdalsvegi. Men líkt er til, at har hava fólk minni hug at búgva, sigur hann. Helst tí, hildið verður, at tað liggur í so ovarlaga.
Eisini hevur kommunan keypt eitt øki upp á 17.000 fermetrar, sum ætlanin er at stykkja út, í Toftabønum. Kommunan hevur í ár sett hálvatriðju milión av til endamálið. Í Toftabønum vænta tey at fáa eini 14 grundstykki burturúr.
Hesar báðar seinastu útstykkingarnar í Fuglafirði, verða eisini tær seinastu yvirhøvur. Stutt og greitt tí, at nú er einki byggilendi eftir inni í Fuglafirði. So er tað Kambadalur, sum eftir er.
Men hóast hesi tilboðini, er tað ikki nokk kortini, sigur Sigurd Simonsen. Tí í løtuni eru yvir 40 umsóknir á bíðilista.
Úti á Kambadali verður arbeitt við eini loysn við tvíhúsum og íbúðum. Kommunan hevur ætlanir um at lata byggja níggju tvíhús á økið millum verandi bústaðarøki og ídanaðarøki á Kambsdali. Hesi skulu vera í ymsum sniðum, er ætlanin. Soleiðis at møguleikar skulu vera hjá fólki at velja, um tey vilja hava heil hús, ella íbúðir av ymsari stødd.
?Væntandi fara vit at fáa 36 búeindir burtur úr hesi ætlanini, sigur borgarstjórin í Fuglafirði, Sigurd Simonsen.
Hann sigur, at fyrireikingarnar eru komnar rættiliga væl ávegis. Allir stovnar, sum eru relevantir, hava sagt gott fyri ætlanini. Tað, sum nú verður bíðað eftir er, hvør skal standa sum byggiharri.
Kommunan vil helst sleppa undan sjálv at sanda sum byggiharri, tí tað fer at ávirka íløgukarmin aðrastðani, um so verður. Tí verður roynt at finna okkurt felag ella so, sum vil átaka sær at sanda fyri verkætlanini.
Hinvegin er eingin trupulleiki at fáa sjálvt arbeiðið gjørt. Tað er meira enn eitt byggifelag, sum er áhugað, sigur borgarstjórin.