Fylgisveinur kemur aftur um 50.000 ár

Ein fylgisveinur skal mala í ringrás um Jørðina og lenda aftur um 50.000 ár. Hann verður eitt slag av einum fløskuposti.

Rúmdin
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk

Tað er franski listarmaðurin og vísindamaðurin Jean-Marc Philippe, sum hevur fingið hugskotið um at lata ein fylgisvein mala runt um Jørðina tey næstu 50.000 árini, og at hann so skal lenda aftur á Jørðini.
Ætlanin er, at fylgisveinurin skal virka sum ein fløskupostur.
- Øll fólk fáa høvi at senda eini talgild boð, sum eftirtíðin síðani kann lesa, sigur Jean-Marc Philippe. Einasta avmarkingin er, at boðini mugu ikki vera meiri enn 6.000 tekn.
Hugskotið, sum eftir øllum at døma verður veruleiki í 2006, er ein stór tøknifrøðilig avbjóðing til vísindina. Franskir granskarar hava ment ein serligan skjøldur, sum skal vera fylgisveinin tey nógvu árini, og sum skal verja hann, tá hann skal seta seg aftur.
Talgildu boðini verða sett á serligar glasplátur, og ein vegleiðing verður løgd við, so fólk um 50.000 ár kunnu síggja, hvussu tey skulu fáa fatur á boðunum.