Fylgisveinaeftirlit undir Føroym í næstum


 

Jørgen Niclasen skuldi í gjár bera eitt uppskot niðan í tingið, har tað verður heimilað landsstýrismanninum um at seta í verk fylgisveinaeftirlit umborð á øllum fiskiskipum, sum royna innanfyri føroyska fiskimarkið.

Jústinus Leivsson Eidesgaard

Norðborð liggur í dag inni í Vadsø í Noregi og skiparin verður avhoyrdur av politinum millum annað tí at tólið umborð, sum skal senda eini boð til fylgisvein um hvar skipið er statt, hevur ikki virkað.

Í gjáramorgunin sat landsstýrismaðurin í fiskiveiðumálum í Fiskimálastýrinum klárur við einum uppskoti, sum heimilar honum at seta í verk fylgisveinaeftirlit á føroyskum skipun undir Føroyum. Politiska støðan í landinum gjørdi tað ógreitt um landsstýrismaðurin fór í tingið í gjar.

? Nú verður so nógv tosað um yvirtøkur.. Eg kundi hugsa mær at føroyska eftirlitið varð samanskipað við MRCC. Hetta gera íslendingar og teir eru fegnir um skipanina, sigur Nørgen Niclasen.

-Trygdin verður munandi bøtt, um vit fáa hesa skipan til skip undir Føroyum. Men vit fáa hana ikki í einum. Tað fer at taka tíð og eg rokni at við at ein og ein skipabólkur farið hesa tøkni umborð næstu árini, sigur landsstýrismaðurin.

? Eitt sum vit sleppa undan í framtíðini við fylgisveinaeftirlitið er skuldsetingarnar sum teir ymisku skipabólkarnir seta móti hvørjum øðrum um at veiða ólógliga. Nýggja skipanin fer at sýna, at skipa halda reglurnar, sigur Jøgen Niclasen.

Føroysk skip, sum fiska á fjarleiðum hava havt fylgisveinaeftirlit í fleiri ár. Eitt nú føroysku rækjuskipini á Flemmish Cap, skip í Norðsjónum og í norskum sjógvi. Seinasta er, at nú skulu skip eisini hava fylgisveinaeftirlit, tá tey royna í russinkum sjógvi í Barentshavinum.