Fylgissveinar finna minnisveik aftur

- Vit eiga at taka støðu til um tað skal verða loyvt at seta GPS á minnisveik so at tey kunnu sporast aftur, um tey fara út og ikki finna heimaftur, heldur Rannvá Sólheim, ráðgevari í Dátueftirlitinum - Hóast fólk eru minnisveik, kunnu tey vera kropsliga væl fyri og tí kann tað tykjast at vera at skerja teirra persónliga frælsi munandi at tey ikki skulu sleppa at ganga túrar, at keypa o.s.fr.

- Við at seta ein GPS´ara á minnisveik fólk, kunnu tey tey fáa frælsið aftur, tí tá kunnu tey altíð sporast aftur, skuldu tey blivið burtur, sigur Rannvá Sólheim, ráðgevari í Dátueftirlitinum í grein, sum verður prentað í fullum líki í Sosialinum í næstu viku.

Kortini vísir hon á, at í Føroyum eru enn ongar reglur um at brúka GPS.

Men ráðgevarin sigur, at hetta er ein torfør spurningur at meta um, tí at tað eru so nógvir ósvaraðir spurningar spurningar, eitt nú, hvussu minnisveik skulu fólk vera og um felags mannagongdir skulu gerast um alt landið. Og ikki minst skal støða til, hvør skal taka avgerðina um at nýta GPS til minnisveik.

Sjálv heldur Rannvá Sólheim, at hetta er ein spurningur, sum politiski myndugleikin eigur at taka upp, tí hon sigur, at summi norðurlond hava serreglar á økinum.

Men hon heldur eisini, at tað hevði verið áhugavert at fingið kjak um evnið og um tað er rætt at loysa ansingar- og umsorganaruppgávur við GPS, og um slíkt eftirlit er valdsnýtsla ella møguliga tvørturímóti ein liður í umsorganini.