Fylgið føroyskum fótbólti beinleiðis á in.fo

Her ber til at fylgja beinleiðis við í teimum trimum dystunum í Effo-deildini í dag

Í dag verða tríggir dystir í Effo-deildini. In.fo fylgir gongdini í øllum trimum dystunum. Fyrsti dysturin er millum B36 og NSÍ klokkan 14. Klokkan 15 spæla KÍ og HB í Klaksvík, meðan dysturin á Argjum millum AB og Víking byrjar klokkan 16.15.

 

Fyri at koma á “Livescore” trýst HER

 

In.fo fylgir dystunum umvegis nýggju “Livescore” síðuna. Inn á síðuni ber til fylgja gongdini í teimum ymisku dystunum. Tað ger tú við at trýsta á dystin, sum tú ynskir at fylgja. Ert tú á einum dysti, so kanst tú skifta til ein annan dyst við at trýsta á frámerkið av tí dystinum, sum tú ynskir at fylgja. Frámerkið stendur ovast á Livescore síðuni.

 

Effo-deildin 3.umfar:

Í dag:

B36 – NSÍ (14.00) Beinleiðis á Rás2

KÍ – HB (15.00)

AB – Víkingur (16.15) Beinleiðis á Rás2

 

Í gjár:

FC Suðuroy – TB 1-3

EB/Streymur – ÍF 1-1