Fylgið Elini og Jón Briani í løgtinginum

Rás2 hevur nú eykasending úr løgtinginum. Hergeir Nielsen, løgtingsformaður hevur júst nú sett tingfundin, sum um eina løtu endaliga fer at samtykkja løgtingsfíggjarlógina fyri 2008 Onnur mál eru eisini á skránni, men um eina løtu fer løgtingið væntandi undir 3. viðgerð av fíggjarlógini fyri 2008, men helst verða hini málini viðgjørd og avgjørd áðrenn fíggjarlógina, sum er høvuðsmálið á skránni.

Løgingið hevur frammanundan skorið upprunaliga fíggjarlógaruppskotið nógv til. Gjøgnumganngandi eru øll broytingaruppskotini hjá samgonguni samtykt, meðan andstøðuuppskotini eru feld.

Upprunaliga fíggjarlógaruppskotið hevði eitt yvirskot upp á 53 milliónir krónur, men hetta er nú barberað niður á 19 milliónir krónur.

Fylgið Elini og Jón Briani á Rás2, ið sum einasti miðil sendir beinleiðis úr løgtinginum.

Málið hjá Hergeiri Nielsen, løgtingsformanni, er at fundurin skal enda á midnátt.