Tríggir japanarar gjørdust heldur ovfarnir, tá teir herfyri koyrdu beinleiðis út í havið í Oyster Point, sum liggur tætt við Brisbane í Australia.
Japanararnir høvdu leigað sær ein bil, soleiðis at teir kundu koyra til oynna North Stradbroke Islands gjøgnum tað, sum teir bara hildu vera runa og lítlir sandbakkar. Í bilinum hjá teimum trimum japanarunum var ein GPSari, og japanararnir gjørdu einki minni enn at fylgja boðunum frá tólinum, og tað endaði við, at teir koyrdu beint út í havið.
Tað var fjøðra, tá japanararnir, sum øll eru lesandi, byrjaðu biltúrin, men lítla ferðalagið koyrdi seg skjótt fastan í rununi, og tað gjørdist flóð.
Ein av teimum trimum japanarunum, 21 ára gamla Yuzu Noda, sigur við avísina Redland Times, at GPSarin fortaldi teimum, at tey bara kundu koyra, hóast tey sóu alt vatni.
- Røddin bleiv við at siga, at vit fóru at koma á ein veg, men vit stóðu altso føst...har var ein øgilig runa, sigur hon við avísina.
Teir tríggir japanararnir fóru at enda úr bilinum, sum stóð so mikið fastur, at hvørki lokalir íbúgvar ella kranabilur kundu fáa bilin leysan.
Teir óhepnu japanararnir fóru aftur til Tokyo leygardagin. Tryggingin rindar tað mesta av skaðanum á bilinum, men tey ungu mugu sjálv gjalda eina sjálvsábyrgd, sum í hesum føri er á 9.000 krónur.










