Fusari: Róður á ólavsøku er strikaður

Róðrarsambandið hevur strikað úrslitið av róðrinum hjá 10-mannaførum á ólavsøku

Róðrarárið endaði snópisliga. Tá ið 10-mannaførini í ársins seinasta róðri komu á mál á Havnarvág í gjár, helt onkur tað vera snilt at skjóta fýrverk fyri vinnandi bátinum Orminum Langa.

Tá vóru hinir báðir bátarnir í róðrinum framvegis ikki komnir á mál, og fýrverksbrestirnir fullu saman við skotini hjá máldómaranum.

Høvuðsdómarin vildi ikki góðtaka róðurin, tí fýrverkið kundi hava órógvað seinasta partin av róðrinum. Tí gav hann boð um, at umróður skuldi verða. Tað vildi manningarnar umborð á teimum trimum bátunum ikki, tí tær hildu ikki, at fýrverkið hevði órógvað róðurin ella FM úrslitið.
 
Hetta hevði síðani við sær, at Róðrarsambandið strikaði úrslitið av róðrinum, sum annars var lagt út á almennu úrslitasíðuna, og forkvinnan í Róðrarsambandinum váttar í dag fyri Kringvarpinum, at róðurin hjá 10-mannaførunum á ólavsøku er strikaður. Harvið ber til at siga, at róðrarárið endaði við einum fusara.

Fyri róðurin var greitt, at Ormurin Langi var føroyameistari.