Leingi hevur spenningur verið um grannauppgerðina millum Liverpool og Manchester United, sum var leikt á Anfield klokkan 12:30 í dag. Men talan var um stóran fusara, tí fótbóltsliga upplivingin var lítið at reypa av millum liðini.
Dysturin endaði við málleysum 0-0 javnleiki, sum er eitt úrslit sum José Mourinho og Manchester United betri fáa brúkt enn Jurgen Klopp og Liverpool. Tó var tað Liverpool sum hevði greitt størru málmøguleikarnar í dystinum, og meira spæl í dystinum.
Í einum einkultum føri var tó um reppið at Manchester United kom á máltalvuna, tá Romelu Lukaku kom fríur móti Liverpool málverjanum Simon Mignolet.
Javnleikurin ber við sær, at Manchester United í løtuni er oddalið í Premier League, meðan Liverpool ikki av álvara enn hevur fingið samband við oddin í deildini. Tó kann Manchester City stjala oddasessin frá Manchester United seinni í dag, tá teir spæla á heimavølli móti Stoke.
Liverpool – Manchester United 0-0 (0-0)