Funnu tvey lík á kjarnorkuverkinum

Japanar funnu mikudagin líkini av tveimum ungum monnum, 21 og 24 ára gamlir, sum hugsandi eru deyðir í kjallaranum á kjarnorkuverkinum í Fukushima, tá flóðaldan hin 11. mars skolaði inn yvir verkið. Hetta váttar TEPCO, sum rekur vanlukkurakta kjarnorkuverkið. Felagið heldur, at menninir eru deyðir av skaðum, sum teir fingu í høvdið. Hetta var í turbinubygninginum í reaktori nummar fýra.

Tað er tíðindastovan Kyodo, sum ber hesi tíðindi.

Talið av deyðum og saknaðum eftir jarðskjálvtan og flóðalduna, sum rakti Japan so hart, liggur millum 27.000 og 28.000. 11.938 fólk eru staðfest deyð - og 15.478 eru framvegis ikki aftur í afturkomin.

Tað vísa tøl hjá japansku løgregluni.

Fleiri enn 164.200 fólk búgva framvegis í ymiskum fyribilsbústøðum, og fleiri enn 168.000 húsarhald hava framvegis ongan streym, eins og 220.000 heim hava einki innlagt vatn.