Løgregla og tollmyndugleikar hava í dag verið umborð í grønlendska rækjutrolaranum Avataq hjá Royal Greenland, nú skipið liggur í Frederikshavn í Danmark.
Sambært www.tv2nord.dk hava myndugleikarnir í hesum sambandi lagt hald á 21 kilo av hassji.
Tað var umleið klokkan 17 í dag, at Nordjyllands Politi fór umborð í skipið, sum hevur ligið í Frederikshavn í seks vikur.
- Tollmyndugleikarnir vóru umborð nakrar dagar frammanundan, og tá funnu teir eitt kilo av hassji. Tí sendu teir boð eftir løgregluni, sum nú hevur funnið 20 kilo aftrat.
Danska heimasíðan skrivar, at manningin umborð í Avataq telur 22, og skipið hevur ligið við Orskov Yard í Frederikshavn hesar seinastu vikurnar.
- Eingin av manningini hevur viðgingið at hava nakað við hassjið at gera, og tí er heldur eingin handtikin í málinum.
Vaktleiðarin hjá Nordjyllands Politi, Ole Buus, sigur við www.tv2nord.dk, at tey hava tryggjað sær spor og vakmyndatilfar frá skipinum, og nú verður farið í holt við at kanna málið.
Sambært MarineTraffic.com fór skipið stutt fyri klokkan 22 í kvøld úr Frederikshavn við kós móti Føroyum.