Nokkso ofta rennir politiið seg fram á fólk, sum hava nakrar hassjplantur, men sum oftast er hetta bara til egið brúk.
Men so eru tað tey, sum gera meira við tað og hava fleiri plantur.
Gjáramorgunin fór politiið inn í eini hús í eini lítlari bygd í Eysturoynni og tók ein mann og heilt nógvar hassjplantur. Planturnar vóru nógvar men ikki so nógvar sum í tiltiknu hassjplantasjuni við Norðskála.
Sum skilst eru ómetaliga nógv rúsevni á marknaðinum á meginøkinum nú.