Eitt amerikanskt bjargingarfelag hevur funnið vrakið av einum gomlum skipi, sum hevur ikki minni enn 219 tons av silvuri í lastini. Fongurin, sum ætlandi skal takast upp úr vrakinum næsta ár, er umleið 1,3 milliard krónur verdur.
Vrakið er av bretska damparanum SS Gairsoppa, sum ein týskur kavbátur søkti 270 fjórðingar vestan fyri Írland. Skipið, sum var á veg úr India til Bretlands í februar í 1941 við te og silvuri, fylgdist við øðrum skipum, men mátti broyta kós, tí tað hevði ov lítið brennievni. Skipið setti kós ímóti Galway í Írlandi, men kon ongantíð vegis fram. Ein týskur kavbátur kom fram á tað og søkti tað við einari torpedo.
Vrakið av SS Gairsoppa liggur á 4.700 metra dýpi.