Funnu rakettir umborð á farmaskipi

Løgreglan í Finnlandi gjørdi eitt heldur sjáldsamt kvetti í sambandi við eina regluliga eftirlitsvitjan umborð á einum skipi í havnarbýnum Kotka, sum er nærhendis russiska markinum.

Umborð á skipinum, sum er skrásett á bretsku oynni Man, funnu løgreglumenninir 69 jørð til luft-rakettir og 150 tons av spreingievni. Havnarøkið bleiv avbyrgt beinanvegin, men myndugleikarnir siga, at eingin vandi er fyri spreingingum.

Finska tíðindastovan FNB skrivar, at rakettirnar eru gjørdar hjá amerikonsku fyritøkuni Raytheon, og at talan er um rakettir, sum USA plagar at brúka í kríggi.

Løgreglan og tollvaldið í Finnlandi kanna nú, um talan kann vera um ólógligan vápnainnflutning. FNB skrivar, at tað er ikki óvanligt, at hernaðarútgerð verður flutt ígjøgnum finskan sjógv, men slíkur flutningur krevur loyvi frá finsku myndugleikunum.