Tey íslendsku leitingarfólkini funnu onga bumbu í tí russiska Airbus-flogfarinum, sum neyðlendi á flovøllinum í Kelfavík í morgun, eftir at løgreglan í New York hevði fingið boð um, at fleiri kuffert við spreingievni vóru í flogfarinum.
Løgreglustjórin í Reykjavík sigur, at løgreglan tók tvey av ferðafólkunum við rættindum hjá skuldsettum, men at tey vórðu latin leys, eftir at løgreglan hevði avhoyrt tey.
Eitt annað flogfar kom seinnapartin úr Russlandi eftir ferðafólkunum. Tað fer aftur til Russlands í kvøld.