Funnu ikki ólóglig týningarevni í mati í føroyskum handlum

Men vit hava annars ongar reglur um týningarevni í matvørum, sigur landsstýrismaðurin

Í Føroyum er eingin lóggáva um týningarevni í matvørum. Tað staðfestir Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum. Djóni Nolsøe Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin hevur spurt hann, hvørjar reglur eru um týningarevni í matvørum, sum verða seldar í Føroyum.

 

Men landsstýrismaðurin sigur, at hóast ongar reglur eru í Føroyum, hava ES londini reglur um, hvussu nógv av ymsum týningarevnum kann vera í matvørum, og tær flestu matvørur, sum verða innfluttar til Føroya, koma úr londum í ES. Meginparturin av innfluttum matvørum kemur úr Danmark, har ES reglurnar eru galdandi, sigur landsstýrismaðurin.

 

Hann sigur, at danska Fødevarestyrelsen ger stakroyndir og hevureftirlit við vørum, sum tey hava illgruna til, og ta eftirlitið fevnir bæði um vørur, sum eru framleiddar í Danmark, og vørur, sum eru innfluttar til Danmarkar. Verður ein vøra afturkallað tí at týningarevni eru í, afturkallar Heilsufrøðiliga starvsstovan eisini vøruna, um so er, at hon eisini er seld í Føroyum.

 

Í ár hevur matvørudeildin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni eisini kannað, um leivdir av týningarevnum eru í grønmeti og frukt, bæði føroyskum og útlendskum. Tilsamans 18 ymsar vørur eru kannaðar fyri 742 ymisk týningarevni, eitt nú chlorphyrifos, sum er bakteriudrepandi, men sum hámark er fyri, tí illgruni er um, at tað er krabbameinselvandi

 

Fyribils úrslitini vísa, at vørurnar lúka treytirnar í ES-lóggávuni, men tann endaliga frágreiðingin kemur tíðliga næsta ár.  Landsstýrismaðurin sigur eisini, at staðfestir Heilsufrøðiliga Starvsstovan, at framleiðarar brúka ólóglig týningarevni, verður forboð sett fyri at selja hesar matvørur.