Ein maður stóð í dag ákærdur fyri at hava havt 30 gramm av hassji í kliva sínum í Mjørkadali.
Starvsfólkini í Mjørkadali høvdu illgruna um, at onkur roykti hassj í varðhaldinum, tí tað luktaði av hassjroyki í gongini.
Narkohundurin varð boðsendur og fann 30 gramm av hassji í loftslampuni inni á vesinum í einum kliva. Fangin, ið sat í klivanum, varð tí ákærdur fyri at eiga hassjið.
Hann noktaði seg sekan og segði seg einki kenna til hassjið. Hann vísti eisini á, at hann sjálvur hevði sagt fangavørðunum frá, um eitt gramm av hassji, sum lá í eini rivu uttan fyri vindeyga á klivanum. Hví skuldi hann tað, um hann átti tað sjálvur, spurdi hann.
Ein fangavørður greiddi frá, at klivarnir verða ruddaðir, tá ein fangi er liðugur at sita, men mátti viðganga, at tað var ikki hvørja ferð, at arbeiðið var gjørt líka gjølla. Hann mintist ikki, hvussu nágreiniliga teir høvdu gingið gjøgnum klivan, áðrenn hesin fangin skuldi inn at sita.
Verjin hjá ákærdi vísti á, at í veruleikanum hava fangarnir atgongd til klivarnar hjá hvørjum øðrum, og tí kundi tað ikki útilokast, at onkur annar fangi hevði krógvað hassjið í klivanum hjá ákærda. Eingin er hóast alt so býttur at fjala hassjið í sínum egna kliva, vildi hann vera við.
Verjin helt tað eisini vera løgið, at løgreglan ikki hevði gjørt aðrar kanningar. Hví vóru fingramerki ikki tikin av lampuskerminum, hví var urinroynd ikki tikin av ákærda, spurdi hann. Alt í alt helt hann, at eingi prógv vóru fyri, at ákærdi átti hassjið.
Og dómarin var samdur. Hóast ákæruvaldið vildi geva manninum 7.000 krónur í bót, so segði dómarin, at eingi haldgóð prógv vóru fyri, at ákærdi var sekur. Hann var tí fríkendur.










