Funnu hópgrøv frá fyrra heimsbardaga

Nógvir bretskir og avstralskir hermenn fullu í Norðurfraklandi á sumri í 1916. Nú verður leitað eftir teimum

Seinastu tíðina hava franskir serfrøðingar leitað eftir leivdum av bretskum og avstralskum hermonnum, sum fullu í bardøgum við týskararnar nærhendis Fromelles í landnyrðingspartinum av Fraklandi í juli í 1916. Hildið verður, at umleið 400 av teimum falnu hermonnunum vórðu jarðaðir á staðnum, og í gjár segði BBC, at fronsku serfrøðingarnir hava funnið leivdir av fólki.

 

Teir bretsku og avstralsku hermenninir vóru við í einum átaki, sum skuldi royna at órógva týska herin, sum um hetta mundið var í hørðum bardaga við teir sameindu við Somme einar 80 kilometrar longri suðuri. Men átakið við Fromelles var ov illa skipað, og endin varð, at 1.500 bretskir og 5.000 avstralskir hermenn doyðu ella vórðu særdir.