Funnu gamalt flogfar í oyðimørkini

Fyri 70 árum síðani hvurvu flogskiparin Dennis Copping og flogfar hansara onkunstaðni uppi yvir Egyptalandi, og nú er flogfarið funnið í egyptisku oyðimørkini á einari leið, har týskarar og bretar bardust undir seinna heimsbardaga.

Sjónvarpið CNN sigur, at tað var ein polskur oljuarbeiðsmaður, sum fann flogfarið.

Flogfarið er av slagnum Kittyhawk P-40, og hóast tað hevur neyðlent í oyðimørkini, hevur tað ikki fingið stórvegis skaða. Hvat hendi tí 24 ára gamla Dennis Copping, veit eingin. Ein talsmaður fyri bretska verjumálaráðið sigur, at hann er uttan iva sloppin við lívinum frá neyðlendingini. Kanska er hann farin til gongu at leita eftir onkrari bygd, men tann næsta bygdin var fleiri hundrað kilometrar burturi, so tað hevur verið til fánýtis.

Bretska stjórnin fer nú at tosa við ta egyptisku stjórnina um at flyta flogfarið, sum liggur í einum egyptiskum hernaðarøki. Samstundis fara bretar at royna at fáa fatur á avvarandi hjá Dennis Copping.