Funnu flogfar við nógvum rúsevni

Í Sierra Leone hava myndugleikarnir funnið eitt ferðafólkaflogfar við 700 kilo av kokaini Myndugleikarnir í Sierra Leone siga, at flogfarið stendur á flogvøllinum í høvuðsstaðnum Freetown.

Hvørki flogskipari ella manning eru at finna, og teimum leitar løgreglan nú eftir, skrivar AP.

Umframt rúsevnið fann løgreglan fleiri hondvápn í flogfarinum.

AP skrivar, at rúsevnasmuglarar í Suðurameriku senda ofta rúsevni við flogfari til Vesturafrika, haðani tað so verður smuglað til Evropa.