Funnu felags áhugamál á fundi

Býráðið í Taiji hevur lagt uppskot fram um vinarbýarsamstarv millum Klaksvík og japanska býin

Hósdagin vitjaði borgarstjórin í Taiji, Kazutaka Sangen, og fylgi hansara í Klaksvík. Ferðin er komin í lag umvegis Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, og Taiji hevur víst Klaksvíkini stóran áhuga. Á leið 3.200 fólk búgva í Taiji, sum liggur út móti Stillahavinum, og felags fyri býirnar báðar er sterka tilknýtið til sjógvin og fiskivinnu, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu síni. 

 

 

- Á vitjanini fingu borgarstjórarnir innlit í býirnar og siðvenjurnar hjá hvørjum øðrum, og japansku gestirnir vitjaðu eisini hjá JFK og Christian í Grótinum, har teir fingu innlit í føroyska fiskivinnu. Býráðið í Taiji hevur lagt uppskot fram um vinarbýarsamstarv millum Klaksvík og japanska býin, og á fundinum millum borgarstjórarnar komu teir inn á felags áhugamál og møguleikarnar fyri samstarvi í framtíðini, skrivar Klaksvíkar kommuna. 

 

 

Áðrenn støða kann takast til uppskotið um vinarbýarsamstarv, skal málið viðgerast politiskt og síðan leggjast fyri býráðið til støðutakan.

 

 

Fyri viku síðani segði Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvík við Ritzau, at ikki er heilt víst, at Taiji er rætti býurin at gerast vinabýur við.

 

 

Føroyar og Japan styrkja bond um hvalaveiðu

 

 

 

 

- Vingarlag og opinleiki er djúpt gróðursett í føroysku mentanini, og tað vilja vit fegin vísa japonsku gestum okkara.

 

 

 

 

-  Harumframt hava Føroyar - og serliga Klaksvík - nógv felags áhugamál við Japan, serliga á fiskivinnuøkinum, so vit síggja stórar møguleikar í at hava gott samband við tey, skrivar hann.

 

 

 

 

 

Eitt útkast til avtaluna sigur, at teir báðir býirnir »vilja fremja burðardygga nýtslu av havtilfeinginum, eisini hvali«. Taiji og Klaksvík hava eisini ætlanir um samstarv innan útbúgving og ferðavinnu.

 

 

 

Men tað samstarvið er helst ivasamt, sigur Jógvan Skorheim við Ritzau.