Hetta vikuskifti vóru politistar úti í býnum í Havn og leitaðu eftir sterkum rúsevnum millum ungfólk.
Ein ungur maður varð tikin við einum lítlum grammi av amfetamini í lummanum. Tað var pakkað i smærri posar, klárt til at selja. Nøgdin svarar, sambært politinum, til tríggjar ella fýra rúsir.










