Funnu álvarsamar feilir við USB-løðarum

Ein evropisk verkætlan, sum hevur havt sum mál at kanna trygdina við USB-løðarum, hevur víst álvarsamar feilir við fleiri løðarum.

 

Tilsamans eru 120 USB-løðarar kannaðir, og staðfestir eru feilir í 74 prosentum av teimum. (Arkivfoto). - Foto: Joel Saget/Ritzau Scanpix

Tilsamans eru 120 USB løðarar kannaðir, og tað eru staðfestir feilir við 74 prosent av teimum.

Tað sæst í tíðindaskrivi frá danska Sikkerhedsstyrelsen.

52 av løðarunum høvdu feilir á fleiri økum í mun til standardin, og í tilsamans 31 løðarar høvdu álvarsamar feilir.

Toymisleiðarin í Sikkerhedsstyrlesen, Lars Søllingavraa Niemann sigur, at tú sum brúkari kanst gera nakað fyri at økja trygdina.

– Kanna, at løðarin er CE-merktur frá framleiðaranum, og minst til trygdina, tá tú brúkar hann, sigur hann.

/ritzau/

 

Tilsamans eru 120 USB-løðarar kannaðir, og staðfestir eru feilir í 74 prosentum av teimum. (Arkivfoto). - Foto: Joel Saget/Ritzau Scanpix