Nú Fólkaheilsuráðið hevur kannað føroyingar fyri diabetis, hava tey funnið 78 fólk, sum høvdu diabetis, uttan at vita av tí.
Fólkaheilsuráðið hevur ferðast landið runt í heyst at kanna fólk fyri Diabetis og roykralungu.
Úrslitið var av teimum 1.269 fólkunum, sum vórðu kannað fyri Diabetis, funnu tey 20 fólk sum høvdu diabetis og harafturat funnu tey 58 fólk, sum høvdu fordiabetis, ella diabetis á byrjunarstigi.
Annars verður mett, at eini 1.000 føroyingar hava diabetis uttan at vita av tí, so at finna 78 sjúklingar afturat er langt frá tí talinum.
Hinvegin vónar Fólkaheilsuráðið, at hendan herferðin hevur varpað ljós á hesa skjótt vaksandi fólkasjúku, og fær fólk at lata seg kanna, sigur fólkaheilsuráðið.
Ráðið vísir á, at diabetis kann viðgerast effektivt. Men hinvegin hevur óviðgjørt diabetis nógvar trupulleikar við sær, eitt nú hjarta og æðrasjúkur, vánalig sjón og nervabruni í útlimum.
- Lata fólk í vandabólkum seg kanna, er ógv vunnnið, sigur Fólkaheilsuráðið.
Fólkaheilsuráðið hevur gjørt eitt spurnarblað, ar hólk kunnu fáa eina hóming av um tey eru í vandabólki.
Spurnarblaðið er ikki nóg mikið til at staðfesta sjúkuna, men Fólkaheilsuráðið heitir staðiliga á tey, sum fáa nógv stig í kanningini um at fara til lækna.
Tl ber at trýsta HER fyri at at síggja spurnarblaðið, sum tað ber til at fylla út. Fleiri stig tú fært, størri er vandin fyri at fáa diabetis. Og tey, sum fáa nógv stig, eiga avgjørt at fara til lækna.
|