Løgreglan í Grønlandi hevur funnið 118 kg av hash í einum seglbáti, sum kom úr Føroyum. Seglbáturin, sum er danskur, hevði rent seg fastan í ísin við Qaqortoq, tveir mans vóru við bátinum.
Ongantíð áður er hald lagt á so stóra nøgd av sterkum rúsevnum í Grønlandi, fongurin hevur eitt virðið av 60 milliónum, skrivar AG.gl.
Báðir mennirnir, sum vóru tiknir 13. juli, eru varhaldsfongslaðir, men teir nokta seg sekar.
Ein partur av hassinum varð goymt í fløskum, sum verða brúktar av kavarum.
Seglbáturin, sum er 35 føtur til støddar, kom beinleiðis úr Føroyum til Grønlands.