Funnin myrd í kirkjuni

Tann 23 ára gamla Angelika Kluk úr Pólandi var í Skotlandi og lærdi seg enskt. Um vikuskiftið varð hon funnin myrd í einari kirkju.


Fyri at forvinna sær pening til málskeiðið hevði Angelika Kluk fingið sær arbeiði sum vaksikona í einari kirkju í Glasgow. Men seinasta mánadag kom hon ikki til arbeiðis, og systirin, sum býr í býnum, fekk løgregluna at fara at leita eftir henni.

Leitingin gav einki úrslit, men so kom fram, at Angelika Kluk varð seinast sædd saman við einum 60 ára gomlum manni, sum æt Pat MacLaughlin. Hann arbeiddi í somu kirkju sum Agelika, men hann kom heldur ikki til arbeiðis í síðstu viku.

Løgreglan avdúkaði skjótt, at Pat MacLaughlin æt í veruleikanum Peter Tobin, sum hevði sitið í fongsli í fleiri ár fyri neyðtrøku, og løgreglan fekk illgruna um, at okkurt álvarssamt kundi vera hent polsku kvinnuni.

So var. Í gjár varð hon funnin myrd í kirkjuni, har hon arbeiddi. Samstundis bleiv Peter Tobin funnin í London og handtikin. Ætlandi verður hann fluttur til Glasgow til avhoyringar í dag.