Funnin frensur er eitt tvíeggjað svørð

Ein ætlan, sum skal fáa fleiri kvinnur upp í politikk, kann vísa seg at vera eitt tvíeggjað svørð, sum fer at raka bæði kvinnurnar sjálvar og politisku flokkarnar aftur í høvdið

Gera kvinnur í teimum politisku flokkinum álvara av ætlanini at gera serligar kvinnulistar til løgtingsvalið, kann tað verða eitt tvíeggjað svørð, sum fer at kom bæði kvinnunum sjálvum og teimum politisku flokkunum aftur um brekkur.

Tað varð staðfest á almennum fundi í gjárkvøldið um at fáa fleiri kvinnur upp í politikk.

Týsdagin varð eitt nýtt hugskot nevnt í Sosialinum, sum kundi ført við sær, at fleiri kvinnur vórðu valdar í Løgtingi.

Og tað er stovnað reinar kvinnulistar innan í teimum vanligu politisku flokkunum, tí tað ber væl til eftir vallógini.

Hetta hava mong tikið sum ein funnin frensur í royndunum at fáa fleiri kvinnur upp í politikk.

Men serligir kvinnulistar í teimum vanligu flokkunum, kann eisini fáa tað úrslit, at hvørki kvinnurnar ella politisku flokkarnir fáa so góða umboðan á Løgtingi, sum teir høvdu fingið, stillaðu teir bara upp við einum og sama lista.

Tað veldst alt um, hvussu atkvøðurnar verða taldar og tað er tann brennandi spurningurin.


Tveir óheftir listar

Kári á Rógvi, formaður í javnstøðunevndini, vísti á, at tað er roynt tvær ferðir áður í føroyskum politikki, at uppstillað serligar listar afturat teimum vanligum listunum.

Tað royndi Sjálvstýrisflokkurin í Suðurstreymoy í 1954 og Tjóðveldisflokkurin í Eysturoy í 1962.

Í 1954 stillaði ein serligur sjálvstýrislisti upp í Suðurstreymoy afturat tí vanliga listanum og tað sama hendi hjá Tjóðveldisflokkinum í Eysturoy í 1962. Tað endaði við, at fólkaflokkurin misti ein mann. Men hjá Tjóðveldisflokkinum eydnaðist betri, tí teir fingu ein mann afturat í Eysturoy tí tað varð kapping ímillum listarnar.

- Tað er ikki serliga greitt, hvussu atkvøðurnar hjá tveimum listum í sama flokki, verða taldar saman, sigur Kári á Rógvi.

Hinvegin staðfesti, at í teimum førum, tað er hent í Føroyum áður, hevur tað verið so, at atkvøðurnar eru taldar upp hvør sær , tá ið teir umdømisvaldu tinglimirnir skulu finnast, men at teir eru taldir saman, tá ið eykalimirnir skulu finnast. Sostatt verða listarnir uppfataðir sum tveir óheftir listar.

Men tá ið eykalimirnir skulu býtast, verða allar atkvøðurnar taldar saman.

Sostatt fara atkvøðurnar á einum alternativum lista í stóra pott og tí kann tað eisini henda, at ein eykalimur, sum er úrslitið av einum kvinnulista í Havn, fellur til ein eykamann onkra heilt aðrastaðni.

- Stillar ein flokkur ein alternativan lista upp, kann tað sostatt sláa út báðar vegir, tí úrslitið kann verða, at flokkurin missur umboð á tingi, men tað kann eisini føra til, at hann vinnur.


Greiðar reglur

Kári á Rógvi heitti meiri ella minni beinleiðis, at Løgtingið um at avgreiða hendan spurningin fyri valið og setti púra greitt í vallógina, hvussu atkvøðurnar skulu teljast saman fyri at sleppa undan løgfrøðiligari togan eftir eitt val.

Hann vísti á, at tað er altíð Føroya Løgting, sum ger av, hvussu eitt val skal gerast upp og, hvussu ein lóg skal tulkast.

Í hesum sambandi nevndi Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisfloksins, at á løgtingsvalinum í 1998, varð ætlanin at gera ein alternativan tjóðveldislista í Suðurstreymoy.

- Men tann ætlanin varð slept, tí flokkurin fekk greitt at vita, at atkvøðurnar høvdu ikki verðið taldar saman, men hvør sær.

Tí helt, at tað er rætt at staðfest í lógini, at atkvøðurnar skulu teljast saman.

Annars helt hann, at skulu flokkar stilla alternativar listar upp, eigur tað bara at verða gjørt í javnstøðuhøpi, so at vit ikki fáa ein tjóðveldislista fyri samkyndum og ein ímóti samkyndum, ella ein tjóðveldislista fyri Sandoyartunlinum og ein ímóti honum.

Eisini Heidi Petersen úr Tjóðveldisflokkinum og Lisbeth Petersen úr Sambandsflokkinum hildu, at tað var neyðugt, at spurningurin um, hvussu atkvøðurnar á alternativum listum verður avgreiddur, so at tað er púra greitt, hvar atkvøðurnar fara.

Jørgen Niclasen úr Fólkaflokkinum helt ikki at nøkur meining var í, at atkvøðurnar til listar hjá sama flokki skulu teljast hvør sær, púra óheft av hvørjum øðrum, men Hildur Patursson helt at einasti máti er kanska at stovna ein kvinnuflokk burturav, eins og íslendingar gjørdu.

Á fundinum í gjárkvøldið varð ongin greið niðurstøða.

Tað var ein javnstøðunevnd hjá javnaðarflokkinum, sum skipaði fyri fundinum í samstarvið við Javnaðarflokkin sjálvan.

Og hjá fyrireikarunum var boðskapurin greiður og tað var, at tað flokkarnir eiga at stovna alternativar kvinnulistar inni í flokkunum sjálvum. Eftir teirra tykki er hetta tað einasta, sum kann fáa fleiri kvinnur á Løgting beinanvegin.