Funnið tekin um vatn á Merkur

Amerikanska rúmdarumsitingin NASA sigur, at rúmdarfarið Messenger hevur staðfest rættiliga góð tekin um, at ísur er á gongustjørnuni Merkur. Messenger er á ferð runt um gongustjørnuna og sendir laser niður á hana og kunnar NASA um úrslitið.

Granskarar hava leingi hildið, at vatn kann vera á Merkur, og fyri meiri enn 20 árum síðani kom vísindin eftir, at økið við pólarnar á gongustjørnuni kastar radiobylgjur aftur á ein hátt, sum kundi bent á, at har er ísur.

Merkur er tann gongustjørnan í okkara sólskipan, sum er næst sólini. Tað ger, at har er glóðheitt um dagin og ísakalt um náttina. Merkur hevur ikki atmosferu, sum jørðin hevur.