Bretsk oljufeløg hava boðað frá, at ein boring nærhendis Falklandsoyggjunum hevur givið gott úrslit, og teir lokalu myndugleikarnir á oyggjunum siga fráboðanina vera sera spennandi.
Tíðindini hava eisini vakt ans í Argentina, sum heldur seg hava rætt til Falklandsoyggjarnar, og sum ætlar sær at fara til altjóða dómstólin í Haag við kravi um at fáa ræðisrættin yvir oyggjunum.
Bretsku feløgini hava borað á 2.700 metra dýpi einar 120 fjórðingar úr Falklandsoyggjunum. Umhvørvisverndarfelagsskapir í fleiri londum hava mótmælt bretsku boringini, og Greenpeace heldur, at altjóða samfelagið eigur at banna oljuvinnu á so stórum havdýpi.