Eftir at hava leitað í fleiri ár heldur egyptiski fornfrøðingurin Zahi Hawass seg nú hava funnið gravstaðin hjá teirri kendu drotningini Kleopatru. Einar 50 kilometrar vestan fyri býin Alexandria er hann komin fram á standmyndir av Kleopatru og sambúgva hennara, rómverska herovastanum Marcus Antonius. Herumframt hava hann og hansara menn funnið fleiri myntir við mynd av teirri kendu drotningini. Antonius og Kleopatra fingu trý børn, men tey bæði valdu at beina fyri sær, eftir at tey høvdu tapt ein bardaga við rómverska herovastan Octavianus við Actium í árinum 31 fyri Kristi føðing. Octavianus gjørdist seinni rómverskur keisari undir navninum Augustus.
Mong munnu hava sæð tann kenda filmin um Kleopatru við Elizabeth Taylor og Richard Burton sum høvuðsleikarum.