Námsfelagið Nunaminerals kunnger nú, at tað er komið fram á gull í fýra av seks boriholum har suðuri í Grønlandi. Talan er um tær fyrstu boringarnar í verkætlanini.
Stjórin í Nunaminerals, Ole Christiansen, er sera fegin um at hava fingið eitt so gott úrslit longu í teimum fyrstu boringunum. Hann sigur við Ritzau Finans, at tey hava longu lagt ætlanir um at bora fleiri hol afturat fyri at fáa eina betri mynd av, hvussu stórt gulløkið er.
Nunaminerals hevur tikið 39 royndir í teimum fyrstu boringunum, og tær verða nú kannaðar.










