Fundurin og Putin og Witkoff í Moskva liðugur

Steve Witkoff er í Moskva í kvøld fyri at hitta russiska forsetan um kríggið í Ukraina.

Kristina Kormilitsyna/AFP/Ritzau Scanpix

Ein fundur millum russiska forsetan, Vladimir Putin, amerikanska serliga sendiharran, Steve Witkoff, og versonin hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, Jared Kushner, endaði seint í dag.

Tað sigur Kreml sambært tíðindastovuni AFP.

Á fundinum skuldu partarnir umrøða eitt amerikanskt uppskot til ætlan um at fáa enda á skjótt fýra ára langa krígnum í Ukraina.

Fundurin vardi í fýra tímar.

Statstíðindastovan RIA skrivar, sambært tíðindastovuni Reuters, at Witkoff fór á amerikansku sendistovuna eftir fundin.

Russiski sendiharrin Kirill Dmitriev lýsir fundin sum produktivan, sigur hann sambært Reuters.

 

/Ritzau/

 

 

Kristina Kormilitsyna/AFP/Ritzau Scanpix