Klokkan tíggju týsmorgunin varað 25. tingfundurin hesa tingsetuna settur. Á skránni var aðalorðaskifti um tingmál nummar 101-3/1999, sum var frágreiðing frá Signari á Brúnni, landsstýrismanni, um ráðlegging av útbúgvingar- og granskingarpolitikki í framtíðini og í sambandi við sjálvstýrisverkætlanina. Málið varð avgreitt, og tá fundurin var lokin beint áðrenn klokkan fimm seinnapartin, boðaði tingformaðurin frá trimum framløgum.
Helenda Dam á Neystabø, landsstýriskvinna, hevur vegna landsstýrið lagt fram tingmál nummar 14/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum.
Hendrik Old, løgtingsmaður, hevur lagt fram tingmál nummar 16/1999, sum er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um minstuløn og dagsstudning.
Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nummar 1-3/1999, sum er uppskot til eykajáttanarløgtingslóg fyri november 1999-1.